Viðgerðir

Starvsfólkini á Norðtonn hava drúgvar royndir og eftirútbúgva seg javnt og samt. Fakliga eru vit up-to-date. Vit hava eisini nýggjastu tøknina.

Eftir at hava kannað teg tosa vit um viðgerðarmøguleikar, kostnað og viðgerðargongd.

Kanning

Viðskiftafólk okkara verða regluliga kallað inn til kanningar. Kanningarintervallið verður ásett í hvørjum einstøkum føri.

Út frá kanningini verður tosað um viðgerðartørv, viðgerðarmøguleikar, prís og ætlan fyri viðgerð.

Fyribyrging

Vit leggja vekt á fyribyrging. Sostatt royna vit í samstarv við viðskiftafólk at finna leist, hvussu tannhald og tenn verða røktar skynsamt.

Vanligastu viðgerðir

Vit gera allar vanligar tannviðgerðir á Norðtonn. Vanligastu viðgerðirnar eru: vanligar plastfyllingar, rótviðgerðir, tanntøkur og tannhaldsviðgerð.

Tað er primert standurin á tonnunum, sum avger, hvør viðgerðin verður. Viðgerðin verður gjørd í tøttum samráði við viðskiftafólkið.

Kirurgi

Á Norðtonn bjóða vit tær vanligastu skurðviðgerðirnar, til dømis tá talan er um at taka vísdómsjakslar.

Er talan um størri viðgerð, enn vit meta okkum før fyri, fáa vit víst til samstarvsfelagar í Tórshavn.

Krúnur og brýr

Tenn, sum eru so illa farnar, at ein fylling ikki kann gerast, kunnu krýnast. Ein krúna er ein hetta, sum er formað sum ein tonn og er límað niður á tað, sum eftir er av tonn. Krúnan kann gerast úr gulli, postalíni ella zirkonium. Tilfarið verður valt í hvørjum einstøkum føri.

Ein brúgv kann gerast, tá tonn manglar. Tá verða krúnur gjørdar á tenninar við síðuna av manglandi tonn, og manglandi tonn er føst í krúnurnar, brúgvin verður límað á tenninar.

Krúnur og brýr verða ikki gjørdar á klinikkini men hjá tannteknikara. Vit gera forarbeiðið og seta krúnur og brýr fastar.

Protesur

Protesur eru forlornar tenn. Protesur erstatta tenn, sum mangla. Protesur verða gjørdar um fleiri ella allar tenn mangla.

Protesur verða ikki gjørda á tannklinkkini, men tannteknikkari, sum vit arbeiða saman við, ger tær. Vit gera forarbeiðið og tilpassa protesurnar á Norðtonn.