Galdandi frá 1. januar 2023

Góða viðskiftafólk

Hettar er privatlívspolitikkurin fyri viðgerð á Norðtonn.

Um tú gongur til tannlækna hjá Norðtonn er neyðugt, at vit skráseta og brúka ávísar upplýsingar um teg.

Tað hava vit skyldu til sambært autorisatiónslógini og sunnheitslógini.

Upplýsingarnir, sum vit skráseta um teg, skulu goymast trygt, haraftrat hava vit tagnarskyldu.

Upplýsingar um teg kunnu verða útvekslaðir innanhýsis hjá Norðtonn, um tað er neyðugt fyri trygga viðgerð av tær. Ongir upplýsingar um teg fara út úr húsinum uttan títt samtykki.

Onkrir upplýsingar, sum vit skráseta um teg verða brúktir í samband við avrokning frá tær, heilsutrygd tryggingarfelag ella almannaverkinum.

Tannspenn hevur skyldu til at goyma tín journal 10 ár aftaná á tú síðst hevur verið hjá okkum.

Upplýsingar um teg viðvíkjandi avrokning verða goymdir so leingi sum krevst í samband við bókhald og roknskap.

Tú hevur rætt til innlit í upplýsingar, sum Norðtonn skrásetir og viðgerð um teg.

Hevur tú spurningar viðvíkjandi upplýsingum vit skráseta um teg, ert tú vælkomin at seta teg í samband við okkum.

Kærar heilsur vegna Norðtonn,

Jonna Sjúrðaberg

Galdandi frá 1. januar 2023

Politikkur um fjarspor og privatlív á heimasíðuni hjá Norðtonn

Innleiðing

Heimasíðan hjá Norðtonn brúkar fjarspor og persónsupplýsingar. Hetta verður gjørt fyri at heimasíðan skal rigga optimalt. Um tú ikki ynskir, at vit fáa hesar upplýsingar, so skalt tú sletta fjarspor og ikki brúka okkara heimasíðu. Niðanfyri er nærri kunning um hvørjar upplýsingar vit fáa, hvat til og hvør triðjipartur hevur atgongd til upplýsingarnar.

Fjarspor

Heimasíðan hjá Norðtonn brúkar farspor. Farspor er tekstfíla, sum verður goymd á tínari teldu, teldli ella telefon. Hesi fjarspor verða brúkt við tí fyri eygað, at heimasíðan kennir teldu, teldil ella telefon aftur, fyri at minnast innstillingar, fyri at gera statistik og fyri at málrætta lýsingar. Fjarspor eru ikki skaðilig. Heimasíðan kann hava fjarspor frá einum triðja parti. Triðjipartur kann vera: Google, YouTube, Vimeo, Facebook, LinkedIn

Persónsupplýsingar

Generelt

Við persónsupplýsingar er at skilja allir upplýsingar, sum kunnu vísa til tín persónliga. Tá tú vitjar heimasíðuna hjá Norðtonn fáa vit slíkar upplýsingar. Talan er um: serstakt ID og tekniskir upplýsingar um telduna, teldilin ella telefonina, títt IP-nummar, geografiska plasering og hvørjar síður tú klikkir á. Um tú brúkar boðklivan á síðuni, fáa vit eisini teldupostadressuna og navn.

Trygd

Tekniskt og leiðslumessiga verjir Norðtonn seg móti at tínir upplýsingar hendiligt ella ólógligt skuldu blivið slettaðir, almannakunngjørdir, misbrúktir ella at óviðkomandi fáa hendur á teimum, ella  at upplýsingarnir upp á nakran máta verða handfarnir ólógligt.

Endamál

Endamálið við upplýsingunum er fyrst og fremst, at heimasíðan skal rigga so væl sum gjørligt. Upplýsingar verða brúktir til at málrættað lýsingar til tín.

Hvussu leingi verða upplýsingar goymdir

Upplýsingar verða goymdir so leingi sum galdandi lóg loyvir tí. Upplýsingar verða slettaðir tá teir ikki eru neyðugir longur. Tað er ikki sama goymslumark fyri allar upplýsingar.

Víðarigeving av upplýsingum

Upplýsing um títt brúk av nordtonn.fo, hvørjar lýsingar tú fært og kanska klikkir á, geografisk plasering, kyn og aldursbólkur og annað verður givið víðari til triðja part. Triðjipartarnir standa undir fjarspor. Upplýsingarnir verða brúktir til málrættaða lýsing.

Triðjipartur goymir og viðger data fyri okkum. Hesin sleppur ikki at brúka upplysingar til egið endamál.

Navn og teldubústaður verður ikki víðarigivið. Norðtonn brúkar bara føroyskar og danskar dátuviðgerðarar.

Innlit og kæra

Tú hevur rætt til at fáa at vita hvørjar persónsupplýsingar vit viðgera um teg. Tú kanst eisini til eina og hvørja tíð mótmæla at upplýsingar verða brúktir. Tú kanst afturkalla samtykkið, sum tú hevur givið, til viðger av upplýsingum. Eru upplýsingar um teg skeivir, hevur tú rætt til at teir verða slettaðir ella rættaðir. Skriva til nordtonn@nordtonn.fo, ella kontakta Dátueftirlitið.

Eigari

Norðtonn
Oman Eið 8
FO-700 Klaksvík

+298 660900

nordtonn@nordtonn.fo
nordtonn.fo